Foreldur oyðsla skúlatíðina burtur

Av 200 næmingum í NámX í Eysturskúlanum í Havn møti­r um­leið helmingurin upp til eitt korter ov seint um dag­in.

Tað staðfesti skúla­stjór­in, Eyð­­dis Eidesgaard í út­­varp­­i­num í gjár, tá morg­un­send­ing­in setti sjóneykuna á skúla­ferðslu og upp­møt­ing.

Eyðdis Eidesgaard segði, at hetta kortini ikki bara er gald­andi fyri størru næm­ing­ar­nar, men at tað er ein gen­e­rell­ur trup­ulleiki, at næm­ing­ar í heila tikið møta ov seint til undirvísing.

Og hon legði heldur ikki fingr­arnar í­mill­um – men vísti á, at tað er ikki rætt av skúla­num at lata hetta ganga út yvir næm­ing­ar­nar, men at tað eru for­eldr­ini, sum áttu at fing­ið fleingj­una.

Og rætt hevur hon. Hesi á­byrgdarleysu foreldur ikki bara órógva undirvísingina hjá teimum næmingum, sum møta regluliga til tíð­i­na. Tey oyðsla eisini við al­menn­um peng­um. Bara fyri 10. flokk í Eyst­ur­skúlanum oyðsla hesi for­eldur eitt heilt lær­­ar­a­­starv burtur, um vit um­rokn­a hetta kort­er­ið til und­irvísingartímar.

At finast at skúlum og lær­arum er so ómakaleyst. Men hvat skal skúlin gera, tá helm­ing­ur­in av næm­ing­u­num eru so illa upp­drign­ir heim­an­í­frá, at teir sum sekst­an ára gaml­ir ikki megna at møta til tíðina?

So foreldur hjá ov sein­um børn­um: Takið hesa fleingj­una frá skúla­stjóranum til tykk­um, og venjið børnini til góð­ar, viknar og árvaknar sam­felagsborgarar – held­ur enn at menna tey til drumb­ar og letingar!