Í Sosialinum, ið verður borin út í hvørt heim í morgin, stendur at lesa, at føroysk skúlabørn duga ov illa at svimja. Hetta vísir ein kanning, sum Svimjisamband Føroya gjørdi í 2011 og Jon Hestoy sigur, at úrslitini tíverri staðfestu tað, sum teir vóru bangnir um.
- Tað gleðiliga við kanningini er, at hon vísir, at í ávísum økum í landinum stendur heilt væl til. Tìverri hava vit tó nøkur svørt hol. Fysisku karmarnir hava nógv at siga, og tað vísti seg eisini, at jú lættari atgongd skúlarnir høvdu at einum svimjihyli, jú betri fyri vóru børnini. Har sum langt er til nærmasta svimjihyl erru børnini oftari verri fyri. Harumframt vísir tað seg eisini, at onkrastaðni er frálæran í svimjing ov vánalig.
Les eisini Føroysk børn duga ov illa at svimja
Jon Hestoy heldur, at foreldur eiga at taka eina størri ábyrgd á økinum og seta skúlunum krøv.
- Foreldur mugu krevja av skúlanum, at barn teirra skal megna at svimja 200 metrar, tá tað er í 5. flokki. Setið lærarunum spurningar um svimjiundirvísingina á foreldrafundum. Spyrjið skúlaleiðsluna, hvussu svimjiundirvísingin er skipað.
Jon Hestoy vísir á, at talan er ikki um kappsvimjing.
- Hetta er fyrst og fremst ein spurningur um at yvirliva. Dettir barnið útí, hvussu klárar tað seg tá, spyr Jon Hestoy.
Jon Hestoy heldur ikki, at tað krevur tær stóru íløgurnar at gera nakað við málið.
- Tað krevur ikki hægri fígging til svimjiundirvísing. Tað krevur ikki fleiri tímar til svimjiundirvísing. Tað krevur einans, at teir tímarnir, sum eru settir av til svimjing, verða betri gagnnýttir, og í onkrum føri merkir tað at betra um frálæruna.