Foreldur mugu gera vart við seg

- Skulu vit forða fyri fólkafráflyting, er tað eisini neyðugt at leggja dent á at hava ein góðan fólkaskúla

Tað staðfestir Justin Pillbrow, sum er í nevndini í foreldrafelagnum Heim og Skúli.

Foreldrafelagið Heim og Skúli er eitt áhugafelag sum varar av áhugamálum hjá foreldrum og verjum í føroyska fólkaskúlanum.

Foreldur kring landið velja nevndina og arbeiðið er sjálvboðið og er ólønt.

Nú uppundir, at nýggj skúlastýri skulu veljast á kommunuvalinum tann 13. november, vísir felagið í hesum sambandi á týdningin av, at foreldur eru virkin í skúlanum.

- Nógv hevur verið tosa um fólkafráflyting og um, hvussu neyðugt tað er við nýskapandi fólki í Føroyum.

Í hesum sambandi hevur mest verið hugsað um, at arbeiðsmøguleikar og hægri útbúgvingarmøguleikar skulu steðga fráflytingini.

- Hetta er uppá sítt pláss, men veruleikin er nokk eisini tann, at líka stórur detur eigur at vera á fólkaskúlanum, sigur hann.

Megnar fólkaskúlin at útinna endamálsorðingina, fáa vit ung fólk, sum hava virkishug, hugflog, hug at læra, eru sjálvstøðu og hava alt tað, sum annars skal til, fyri at vera eitt ættarlið, sum er nýskapandi og tryggjar framtíðina her á landi.

- Vit fáa børn og ung fólk, sum læra, granska, arbeiða og spæla við hug og ágrýtni, tí at skúlin er við til, at tey finna sína innaru motivatión, sínar serligu gávur og ovurhuga.

Men Justin Philbrow leggur dent á, at fólkaskúlin kann ikki megna hetta, uttan at vit foreldur eru ein týðandi partur av hesum samspæli.

- Tað at mennast, vaksa og læra er ikki nakað sum bert hendir millum kl. 8 og 14 gerandisdagar frá 7 ára aldur og 9 – 16 ár fram.

- Læring kann ikki henda einsamøll uttan menning og vøkstur.

- Tí mugu vit foreldur vera virkin, bæði tá ið tað kemur til kjakið um skúlan í síni heild, men serligani nú til kommunu- og skúlastýrisval, sigur Justin Philbrow og heitir samstundis á foreldur um at gera seg galdandi og at seta tey røttu málini á dagsskránna við tí røttu raðfestingini.

Myndin er tilvildarlig, men hon er úr skúlanum á Skála.