Foreldur í Sundalagnum fáa ikki sín vilja

Tað, sum kommunustýrið ger við skúlarnar, er í lagi

Tað er einki í vegin fyri, at skúlarnir í Hósvík og í Hvalvík verða umskipaðir, hóast bygdarfólki atkvøddi fyri at varðveita teir.

 

Tað staðfestir Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

Sunda Kommuna ætlar at skipa allan fólkaskúlan í kommununi í ein stóran felags skúla á Oyrarbakka, men í hesum sambandi kravdu fólkið í Hósvík og Hvalvík fólkaatkvøðu um at varðveita skúlan.

 

Kommunustýrið gjørdi kortini greitt, at sama hvat úrslitið av fólkaatkvøðuni var, verða skúlarnir í Hósvík og Hvalvík umskipaðir, so at teir bara fara at umfata innskúlingina, altso fyrsta, annan og triðja flokk, samstundis sum fjórði, fimti, sætti og sjeyndi flokkur verður fluttur á Oyrarbakka

 

Bæði í Hvalvík og í Hósvík var stórur meiriluti fyri at varðveita bygdaskúlan.

 

Og tískil eru tað fleiri hósvíkingar og hvalvíkingar sum vilja hava skúlan varðveittan óbroyttan, samstundis sum tey mótmæla ætlanini hjá kommunustýrinum bara at hava innskúlingina eftir, og at flyta øll hini børnini.

 

Men soleiðis sum Mentamálaráðið tulkar lógina, er alt farið fram sum tað eigur.

 

Rigmor Dam sigur, at úrslitið av fólkatkvøðuni er bindandi, og tí skulu skúlarnir í Hósvík og í Hvalvík, varðveitast.

 

Men at tað er eingin treyt, at teir skulu varðveitast óbroyttir, tí tað er kommunan, sum skipar skúlabygnaðin.

 

Hon sigur, at tað er ikki nøkur treyt, at ein skúli er savnaður undir sama taki, tí talan kann gott vera um ein og sama skúla, hóast undirvíst verður í fleiri skúlabygningum

 

Hon vísir samstundis á, at hetta er eitt mál, Løgtingsins Umboðsmaður viðger, og tí er tað avmarkað, hvat hon fær sagt.