Hesa vikuna hevur løgreglan aftur verið við skúlarnar um morgnarnar, tá ið børnini koma í skúla, og har hava tey kanna ferðsluna.
Serliga hava tey hugt eftir um børnini sita í trygdarbelti, men annars hava tey kannað eftir, um alt er eftir forskriftunum.
Men tað var tað ikki hjá fleiri bilførarum. Løgreglan sigur nevniliga, at seks bilførarar í Eysturoy hava fingið klipp í koyrikortið, tí teir høvdu børn í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tey sótu í trygdarbelti.
Tá børn undir 15 ár eru í einum bili, skal bilførarin tryggja sær, at tey sita í trygdarbelti, annars fær bilførarin bæði bót og klipp í koyrikortið.
Men løgreglan sigur, at annars fingu fleiri bilførarar bót tí at teir ikki sótu í trygdarbelti, ikki høvdu koyrikortið uppi á sær, og fyri onnur viðurskifti, sum ikki vóru eftir forskriftunum.