"Foreldur - eisini á netinum" á Østrøms Fabrikk

Leygardagin 31. mars klokkan 13 til 16.30 verður skipað fyri einum serligum tiltaki á Østrøms Fabrikk á Skálatrøð í Havn. Talan er um eitt tiltak fyri foreldrum at børnum, sum ferðast á netinum.

Fyrireikarnir, Gitte Klein og Elin Michelsen siga um tiltakið: - Tú ert eisini foreldur á netinum, men kennir tú teg ílatna/n til hesa uppgávu? Kennir tú nóg mikið til

nýggja ættlarliðið av børnum og ungum, ið ikki kenna til ein heim uttan miðlar? Kennir tú nóg mikið

til teir møguleikar og teir vandar, ið finnast í nýggju miðlunum? Og hvussu finnur tú eitt felags stev

saman við tínum børnum, tá tað snýr seg um til dømis spøl, Facebook, online samfeløg, fartelefonir,

chat og linking?’

Víðari siga fyrireikarnir: - Vit taka upp hesi og onnur evni á skeiðnum: Foreldur - eisini á netinum. Skeiðið tekur støði í

fyrilestrum og uppgávum, ið geva tær eina vitan og ein amboðskassa, ið tú kanst taka heim við tær

og nýta í praksis.

Skeiðið verður í Østrøms Fabrikk leygardagin 31. mars klokkan 13-16.30, og kostar 390 kr. fyri hvønn.

Íroknað er skeiðstilfar og ein drekkamuður.