Foreldur eiga at fylgja við á Musical.ly

– Tað er umráðandi, at foreldur vita, hvat børn teirra gera, og tað er gott, um foreldrini fylgja við, hvat tað er, ið børnini leggja út á Musical.ly

 

Tað sigur Charlotte Smerup, sum er barnafakligur ráðgevi hjá Børns Vilkår, við danska blaðið Politiken.

 

Musical.ly er ein ókeypis telefonapp, har man kann gera eitt lítið tónleikavideo av sær sjálvum, ímeðan man syngur við til onkran tónleik.

 

Um tú vilt gera eitt video, skalt tú fyrst velja tær eitt tónleikabrot, ið tekur 15 sekund. So tekur tú upp, og tá ið tú ert nøgd við títt video, kanst tú pynta tað og síðan leggja tað út á veggin hjá tær.

 

Tá ið tað er lagt, út kunnu fólk, ið stuðla og aðrir brúkarar, dáma og viðmerkja.

 

Musical.ly bleiv gjørt í 2014 og hevur síðan tá kríggjast ímóti bæði Snapchat og Instagram um at vera mest niðurtikna app í heiminum.

 

Tað eru yvir 100 milliónir børn í heiminum, ið eru á appini, og av teimum 100 millóninum eru tað umleið 100-200.000 donskt børn, ið brúka hana. Sjálvt um aldursmarkið er frá 13-18 ár, eru teir flestu brúkaranir frá 13 ár og niður.

 

– Tað, ið er galið fyri tað eina barnið, nýtist ikki at vera galið fyri hitt. Tað eru nøkur børn, ið dáma væl at fáa uppmerksemi, sum man kann fáa á Musical.ly, men tað eru enn børn, ið ikki eru klár yvir, hvat appin kann bera við sær, og tí bara fylgja alduni.

 

– Eg haldi, at foreldrini skulu fylgja við, hvat tey leggja út og hjálpa børnunum við at vera fitt og blíð ímóti øðrum brúkarum, sigur Charlotte Smerup við Politiken.

 

Red Barnet hevur skrivað nøkur góð ráð til foreldur, ið ikki eru heilt vís í, hvat ella hvussu.


 

Ráðini hesi:

 

1. Hjálp barninum við at broyta tær persónligu upplýsingarnar, so at ikki ein og hvør kann síggja tað, sum barnið leggur út. Tað gert tú við at fara inn á tannhjólið, ið eru uppi í høgra horni og so velja tað, ið tit eru samd um er best fyri barnið.

 

2. Tosa við barnið um songtekstin og málførið, ið barnið brúkar. Í Musical.ly velur man sjálvur, hvønn sang man vil brúka, og endamálið við videonum er sum oftast, at onnur skulu síggja tað. Tí er gott at tosa við barnið um, hvat fyri slag av tónleiki tað er, hvat teksturin lýsir, og hvat sangurin í roynd og ver snýr seg um. Eisini er umráðandi, at børnini vita, hvat slag av dansi er óatkomiligur. 



 

3. Sum á øllum miðlum kann happing koma fyri teg, eisini á Musical.ly. Tú kanst vísa barninum, hvussu man blockerar ella meldar ein, ið svarar negativt aftur til videoini.



 

4. Man kann ikki sletta sín brúkara á Musical.ly, og tí er tað umráðandi, at børnini vita, at tey videoini og viðmerkjingarnar sum tey gera, fara altíð at vera á netinum, har øll kunnu síggja tað.

 

5. Sum sagt skal man vera 13 ára gamal fyri at stovna sær ein brúkara. Red Barnet viðmælar ikki, at barnið skal vera á appini, um tað er undir 13 ár, men sum foreldur kann man tosa við barnið um tað og kanska gera eina avtalu um, hvussu barnið brúkar appina.

 

Annars er Musical.ly ein góður máti hjá einum barni at vera kreativt og samstundis gera okkurt, sum er stuttligt. 
Summi eru eisini blivin heimskend av at leggja hesi videoini út á Musical.ly, sum til dømis Ariel Martin, Jacob Sartorius, Loren Grey, tvíburarnar Lisa og Lena, Kristen Hancher, Ariana Renee, Mackenzie Davis og nógv fleiri. Tey hava øll fleiri túsund fylgjarar á bæði Musical.ly, Instagram og Twitter.