Olegario Sousa, løgregluovasti, fekk til uppgávu at finna Madeleine McCann livandi ella deyða. Nú er hann frarin frá sum løgregluovasti, og í einari samrøðu greiðir hann frá, hví hann valdi at siga starvið frá sær.
- Vit lótu ymsar upplýsingar leka út, og endamálið við tí var at trýsta foreldrini til at viðganga, at tey høvdu beint fyri Madeleine og fjalt líkið, skal Olegario Sousa hava sagt sambært bretska blaðnum The Times. Sjálvur var hann ikki nøgdur við próvtilfarið, sum portugisiska løgreglan hevði, tí tað var alt ov veikt til at fara í rættin við.
Ein ónevndur portugiskur løgreglumaður hevur sambært NTB sagt, at tá løgreglan noyddist at ásanna, at hon kundi ikki loysa gátuna, royndi hon at fáa umheimin at venda sær ímóti Gerry og Kate McCann. Eitt kom fram, at Kate McCann kundi hava mist tolið við Madeleine og hevði doyvt hana við sovitablettum.
The Times veit eisini at siga, at foreldrini hjá Madeleine hava satt privatar agentar at leita eftir gentuni, tí tey halda ikki, at portugisiska løgreglan ger nóg mikið fyri at finna gentuna. Sambært blaðnum hevði Gerry McCann samband við teir privatu agentarnar longu tríggjar vikur eftir, at Madeleine var horvin, men hann noyddist at avsanna hetta, tí portugisisk lóg góðtekur ikki privatar agentar í slíkum málum.