Foreldrini sakna netverk

Sunnudagin verður føroyskt felag fyri foreldur og avvarðandi at ov tíðliga føddum børnum stovnað

Tíðindaskriv

 

Tað er ikki bara fyrstu vikurnar og mánaðirnar, at tað hevur avleiðingar, um kvinna eigur barn ov tíðliga.

Hesi børn kunnu hava trupul­leikar av ymsum slag at dragast við, og tað er langt ífrá altíð, at hesir eru sjónligir fyri umhvørvið hjá barninum. Tí kunnu hesi børn lættliga mis­skilj­ast, og fáa tey ikki røttu við­gerðina og viðferðina kann hetta avleiða varandi trupul­leikar.

Talan er als ikki um nakað óvanligt fyribrygdi, men hóast tað soleiðis eru nógv foreldur, sum kenna hesar trupulleikar, so er einki felags forum fyri hesi.

- Tað er júst tað, sum er endamálið, nú vit seta felag á stovn. Vit vilja skapa eitt netverk millum foreldur og avvarðandi, eins og vit vilja fáa kunning út til fakfólk á økinum, sigur Bjørghild Hákonardóttir.

Hon er saman við Sunnvá Tausen og Ragnhild Mørk stigtakari til nýggja felagið, ið hon sjálv hevur saknað. Sjálv átti hon ov tíðliga fyri hálvum sætta ári síðani, og kennir hon tí á egnum kroppi týdningin av at hava onkran, sum tú kanst tosa við um ymsar trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp.

Stovnandi aðalfundurin hjá føroyska Præmatur-felagnum verður hildin í Hoyvíkar Skúla sunnudagin klokkan 17.