Tað skal bera til at revsa innflytaraforeldur í Danmark fíggjarliga, um tey ikki leggja í, hvussu synir teirra verða uppdrignir. Eru foreldrini líkasæl, skulu tey eisini merkja tað aftur á pengapunginum.
Tað er nýggja signalið, sum danski sosial- og integratiónsráðharrin, Karen Hækkerup úr javnaðarflokkinum (myndin), hevur sent út, nú lagt er upp til broytingar í eitt nú sosialum veitingum.
Við eitt nú at vísa til ógvusliga ófriðin, sum hevur verið í Svøríki síðstu vikuna, hevur hon lagt fram eitt uppskot um, hvussu farast skal fram á sosiala umráðnum, har skyldurnar hjá foreldrunum so avgjørt ikki verða gloymdar.
Eitt nú skulu foreldur uppfylla ávísar treytir, um tey skulu fáa sosialar veitingar, og Karen Hækkerup leggur upp til, at hon vil aktivera foreldrini, heldur enn at tey bara skulu verða sitandi aftan fyri niðurrullaðar gardinur og hyggja í parabolsjónvarp.









