Í ár fer ÍSF at hava foreldrafundir kring alt landið um heilsugóðan mat. Hetta verður gjørt í samstarvið við Fólkaheilsuráðið.
Tað er ætlanin hjá ítróttarsambandinum, nú 2011 er tilnevnt at verða kostár.
Kostárið varð sett í dag og í hesum sambandi segði Annika Lindenskov, ráðgevari hjá í ÍSF, sigur, at tey fara eisini at vísa, hvussu tað ber til at gera ein leskligan millummála av niðurskornari frukt og niðurskornum grønmeti til børn og ung, sum røra seg nógv.
ÍSF fer eisini at hava ráðstevnu fyri ítróttarfólk um kost, har fólk við serligari vitan um kost, fara at greiða frá og at enda fara tey at gera ein faldara um kost til ítróttarfeløg.
Annika Lindenskov heldur, at tað er ein trupulleiki, at tað verður ov nógvur grillmatur og ov nógv søtmeti selt í ítróttarhallum.
- Matstovurnar í ítróttarhallunum selja ov nógvan vánaligan mat og ov lítið av heilsugóðum mati, sigur hon
Serliga er hetta ein trupulleiki hjá tannáringum.
Og hon heldur, at tað er rúm fyri ábótum, tí ein kanning vísir, at bara 13% av teimum ungu eta grønmeti hvønn dag og 35% eta frukt.
Tá ið Kostárið varð sett í Norðurlandahúsinum í dag, strektu tey sær eisini vøddarnar við lættari venjing.










