Foreldrafelagið kært býráðið

- Foreldur í Havn, sum eingi ansingarpláss hava til børn síni, hava frá byrjan verið ónøgd við kontantgjaldið hjá Tórshavnar kommunu og nú hevur Foreldrafelagið kært býráðið til kommunala eftirlitið fyri at gjalda út uttan at hava lógarheimild.

Kontantgjaldið, sum Tórshavnar kommuna síðani 1. juli hevur veitt foreldrum at børnum, ið ikki hava kommunalt ansingartilboð, hevur ongantíð verið nøkur loysn, sum Felagið fyri foreldrum at smábørnum í Havn hevur góðtikið. Felagið hevur sett spurnartekin við, um lógarheimild hevur verið fyri hesum gjaldi, og hevur samstundis víst á, at kontantgjaldið er stuðul til svarta dagrøkt meðan bíðilistin til ansingarpláss í kommununi alsamt veksur. Nú lítið hálvt ár eftir at skipanin kom í gildi kærir Foreldrafelagið Tórshavnar býráð til kommunala eftirlitið.

Kæran, sum varð send kommunala eftirlitinum mánadagin, er soljóðandi: "Felagið fyri foreldrum at smábørnum í Havn (Foreldrafelagið) klagar Tórshavnar kommunu fyri at gjalda út sosiala veitingar uttan at hava heimild í lóg. Klagan er grundað á, at Tórshavnar kommuna í fíggjarárinum 1998 er farin undir at gjalda kontantstuðul til børn millum 6 og 12 mánaðir, sum ikki fáa kommunalt ansingarpáss.

Foreldrafelagið hevur ferð aftaná ferð heitt á kommununa um at steðga útgjaldinum av kontantstuðli og heldur brúka peningin til tiltøk, ið kunnu koma børnum í kommununi til góðar í fleiri ár framyvir.

Familjur, ið fáa kontantgjald, men sum ikki hava ráð til at mamman/pápin eru úr arbeiði, kunnu brúka peningin til svarta dagrøkt ella svarta barnagentu

Tað vil siga, at Tórshavnar kommuna brúkar pening til at stuðla svørtum arbeiði, meðan bíðilistin til ansingarpláss í kommununi alsamt veksur".

Kæran er undirskrivað av formanni felagsins, Elini Olsen.