Felagsskapurin fyri trygd og samstarvi í Evropa, OSCE, hevur einki gott at bera Wagner-leiguherliiðunum hjá Jevgenji Prigozjin, sum nú hevur fingið friðskjól í Hvítarusslandi eftir uppreisturin móti leðarunum í Kreml herfyri.
Tað er tó ikki uppreistrinum móti stýrinum í Kreml, sum OSCE finst at. Á sínum 30. ársfundi, sum hesaferð var í Vancouver í Kanada, fordømir felagsskapurin fyri trygd og samstarvi í Evropa í einari yvirlýsing Wagner sum yvirgangsfelagsskap.
- OSCE staðfestir, at atgerðirnar hjá Wagner vegna russisku myndugleikarnar kunnu lýsast sum yvirgangskendar, og tí halda vit, at tað er rætt at rópa Wagner ein yvirgangsfelagsskap, stendur í yvirlýsingini
OSCE fordømir eisini Hvítarussland fyri at hava bjóðað Wagner-leiðaranum, Jevgenji Prigozjin og hansara herfólki friðskjól í landinum, og felagsskapurin sær hetta sum eina hóttan móti eitt nú Baltisku londunum.