Her síggjast leivdir av russiska álopinum á ein ukrainskan marknað, har fleiri fólk lótu lív, og mong vórðu løstað. Mynd: Interior Ministry Of Ukraine/Reuters

ES: - Hetta er andstyggiligt og barbariskt!

- Harðrendu russisku álopini vísa, hvussu týdningarmikið tað er at stuðla ukrainska fólkinum í stríðnum at verja sítt egna land, sigur talskvinna hjá Hvítu Húsunum.

Her síggjast leivdir av russiska álopinum á ein ukrainskan marknað, har fleiri fólk lótu lív, og mong vórðu løstað. Mynd: Interior Ministry Of Ukraine/Reuters

ES og USA fordøma russiska álopið á marknaðin í ukrainska býnum, Kostjantynivka, sum liggur har eysturi í landinum.

 

Í minsta lagi 17 fólk, harav eitt barn, lótu lív, og nógv eru løstað í eirindaleysa álopinum. 

 

Ukrainsku myndugleikarnir siga, at tað var ein russisk rakett, sum rakti býin og marknaðin, sum liggur nærindis hermótinum millum stríðandi partarnar í  Donetsk.

 

- Russland heldur fram við at terrorisera sivilfólkið í Ukraina. Russiska álopið í dag er andstyggiligt og barbariskt, sigur ES.

 

Karine Jean-Pierre, talskvinna hjá Hvítu Húsunum, sigur, at harðrendu russisku álopini vísa, hvussu týdningarmikið tað er at stuðla ukrainska fólkinum í stríðnum at verja sítt land.

 

Humaniteri samskiparin hjá ST fyri Ukraina, Denise Brown, rópar álopið í dag á marknaðarplássið í Kostjantynivka vanvirðisligt.

 

Tað er NTB, sum ber tíðindini um fordømingina av russiska álopinum á Ukraina.

 

##med2##

 

 

 

Her síggjast leivdir av russiska álopinum á ein ukrainskan marknað, har fleiri fólk lótu lív, og mong vórðu løstað. Mynd: Interior Ministry Of Ukraine/Reuters

- Genturnar, sum stóðu og seldu, eru allar deyðar, sigur eygnavitni til russiska álopið í dag.