Forða fyri at prísurin hjá SEV hækkar

At gera orku úr vindi kostar minni enn ein triðing enn tað kostar at gera orku úr olju

At gera orku úr vindi kostar minni enn ein triðing enn tað kostar at gera orku úr olju

 

At vindmyllulundin í Húshaga nú er tikin í nýtslu, fer at tálma príshækkingum hjá SEV, so at prísurin ikki fer at hækka so nógv sum annars.

Tað sigur Jarðfeingi, nú tær 13 vindmyllurnar í Húshaga hjá SEV eru tiknar í brúk

 

Jarðfeingi sigur, at tað kostar ikki meiri enn góð 30 oyru fyri hvørt kilowatt.

Hinvegin kostar tað meiri enn eina krónu fyri kilowattið at gera streym burtur úr olju.

 

Tí fara vindmyllurnar í Húsahaga at tálma príshækkingum í framtíðini, sigur Jarðfeingi.

 

- Nýggja vindmyllulundin fer at flyta føroyska samfelagið munandi longur fram á leið við grønari og lutfalsliga bíligari elorku, leggur Jarðfeingi afturat.

 

Tær 13 vindmyllurnar í Húsahaga gera, at  SEV kann minka oljuinnflutningin næstan 10.000 tons um árið.

Hetta minkar eisini útlátið av CO2 eini 30.000 tons um árið.

 

Upphiting við hitapumpum og streymi minkar í sjálvum sær oljunýtsluna, men økir samstundis um nýtsluna av streymi.

 

Men veksur elframleiðslan frá varandi orkukeldum, verður samfelagið sum heild nógv minni heft at olju og sveiggjandi oljuprísum.

 

Og Jarðfeingið sigur, at arbeiðið at minka um oljunýtsluna heldur fram og tí verður helst møguligt hjá nýggjum framleiðarum av vindorku at bjóða seg fram næstu árini.

 

 

Nú vindmyllurnar í Húshaga eru tiknar í brúk, verður arbeitt við nýggjum verkætlanum, eitt nú vindorku í Suðuroy, pumpuskipanum í Vestmanna, samstundis sum tað verður kannað, hvussu fleiri hús og bygningar kunnu hitast við elorku og hvussu vit kunnu fáa fleiri elbilar.

 

Tí er tað neyðugt at rættilig ferð kemur á at umleggja orkunýtsluna, so at vit fara frá olju til el hesi næstu árini sigur jarðfeingi.