Ford stjórin William Bill Clay Ford Jr. Hevur biðið íløgubankan Goldman Sachs and Bank of America um at vurdera støðnua hjá Jaguar verksmiðjuni í Onglandi. Í USA verður hetta lagt út sum at Ford møguliga fer at sleppa sær av við Jaguar.
Um Jaguar verksmiðjan ikki verður seld, skulu stórar broytingar gerast við øllum bygnaðinum hjá Jaguar, sum tey seinastu árini hava víðkað sína vøruskrá við bilum, sum m.a. eru bygdir yvir Ford platformar.
Jaguar hava í høvuðsheitum fýra modell á marknaðinum í løtuni, tey eru: X-Type, S-Type, XJ og sportbilin XK8, sum allir fáast í ymiskum útgávun.
Teir næstu mánaðirnir verða spennandi og helst eisini avgerandi fyri framtíðina hjá Jaguar, sum er eitt av fínu bilmerkjunum hjá Ford-konsernini.









