Ford í Onglandi hava gjørt eina heilt serliga útgávu av Transit, sum nevnist Transit XXL.
Talan er um ein sergjørdan bil, sum er gjørdur av tveimum Ford Transit, ið eru settir saman til eina ”limousinu” við plássi til bilførara umframt sjey ferðandi í eini flottari leðurkabinu. Nógv er gjørt burturúr, at øll tey ferðandi skulu hava tað gott við t.d fínum gólvteppum og skilivegg millum setrini og viðførisrúmið.
XXL hevur fýra dragihurðar (tvær í hvørjari síðu) og allir rútarnir eru myrkt tónaðir.
Transit XXLer 7,4 m langur og aksilfrástøðan er upp á 5,9 m í mun til vanligu útgávuna, ið er 4,9 m langur við eini aksilfrástøðu upp á 2,9 m.
Bilurin hevur ein 2.2 litur dieselmotor við 130 hk. 5-trins girkassin er sergjørdur til bilin, eins og bremsurnar eisini eru tað.











