Magnus Gunnarsson
Hjá P/F Wenzel kom tað væl við at fáa ein nýggjan Transit í sølubúðina. Forgangarin var vorðin rættuliga gamal, og kundi als ikki kappast við aðrar vørubilar á marknaðinum. Við nýggja Transit vóru allir møguleikar at vera við í kappingini um miðalstóru vørubilarnar.
Nógvar útgávur
Nýggi Ford Transit verður gjørdur í fleiri ymiskum støddum. Sum vørubilur fæst hann í fleiri longdum, við høgum ella lægri laki, sum lastbilur við einkultari ella dupultari kabinu, styttri ella longri aksilfrástøðu. Eisini fæst hann minibussur við upp til 17 sitiplássum.
For- og bakhjóltrekk
Í teimum størru og tyngru útgávunum hava teir bakhjóltrekk, meðan teir minnu og lættari bilarnir hava forhjólstrekk. Ford hava lagt seg eftir at gera ein bil , sum lagar seg eftir tørvinum hjá tí einstaka kundanum. Lættir vørubilar, sum sjáldan eru munandi lastaðir, klára seg best við forhjólstrekk, meðan teir sum javnan koyra við tungum lessi, klára seg betur við bakhjólstrekk.










