Umleið 38.000 starvsfólk hjá amerikanska bilfra,leiðaranum Ford hava góðtikið, at tey skulu farav frá fyrr enn ætlað. Orsøkin er, at Ford hevur havt fleiri milliardir krónur í halli av veksandi kapping frá bilverksmiðjum í Asia. Eygleiðarar siga, at Ford misti einar 35 mia. krónur níggju teir fyrstu mánaðarnar í ár , og leiðslan hevur boðað frá, at 16 verksmiðjur verða stongdar. Sparitiltøkini hava við sær, at næstan helmingurin av starvsfólkinum hjá Ford missir arbeiðið.