Ford setur krøv

Ford-verksmiðjan setur stór krøv til sínar forhandlarar í dag. Tænastustøðið skal vera høgt, og bilverkstøðini skulu hava nýggjastu og mest framkomnu útgerðina. Hjá P/F Wenzel hava teir nú fingið nýggja framkomna sporiútgerð

Bilverkstaðurin hjá P/F Wenzel hevur fingið nýggja útgerð til 4-hjóls útmáting av bilum. Talan er um sporitól av italska merkinum RAV við infrareyðum 8-sensors CCD tøkni til útmáting millum øll fýra hjólini og einum databanka við 9.500 ymiskum bilmodellum.

Umframt 4-hjólsútmáting ber til at máta skeivleikar í akslum og í chassisrammuni. RAV-sporitólið hevur automatiskt spoilaraprogram og er einkult og brúkaravinarligt.

Anthonius Dalsgaard, verkførari hjá P/F Wenzel, sigur, at tað er eitt krav frá Ford, at teir hava slík framkomin útmátingartól.

Í samband við nýggju útgerðina hava bilsmiðirnir fingið serundirvísing frá Eiriki Simonsen, lærara á bildeildini á Tekniska Skúlanum. Hann hevur givið teimum eina holla grundundirvísing í hvat ið ein 4-hjólsútmáting í veruleikanum er, og hvat sporing snýr seg um.

Anthonius heldur, at tað er ein góð íløga at spora bilin einaferð um árið. Kostnaðurin er 625,- krónur, ið er umleið helvtin av hvat eitt dekk kostar at keypa. Við tað at bilurin er rætt sporaður, halda dekkini munandi longri.


Ragnvald Joensen kom í finaluna

Ein av bilsmiðjunum hjá P/F Wenzel, Ragnvald Joensen, var millum 10 teir bestu og kom í finaluna í Autoteam-kappingini hjá Ford, ið gekk fyri seg hjá Ford Motor Co. í Keypmannahavn

Autoteam er eitt blað, sum kemur út 4 ferðir um árið og verður sent til allar Ford forhandlarar í Evropa. Blaðið verður sent persónliga til bilsmiðir, plátusmiðir, verkførarar, kundamóttøku og starvsfólk á eykalutagoymslum.

Endamálið við Autoteam er, at starvsfólkini sjálvi læra at brúka t.d. tekniskar bøkur og vegleiðingar, hetta fyri at tey skulu læra at arbeiða sjálvstøðugt. Tey hava møguleika at lesa seg til fakliga og tekniska vitan um Ford-produktið og dagføra seg við øllum tí nýggjasta, sum er komið á marknaðin.

Við Autoteam blaðnum fylgir eitt spurnarblað, har tey skulu svara ymsum spurningum. Fyri at kunna svara spurningunum mugu tey hava lisið tað, sum stendur í Autoteam bløðum og eisini við at leita í øðrum Ford tilfari.

Við at svara spurnarbløðunum og senda tey inn, luttaka starvsfólkini samstundis í Autoteam kappingini, har tey sum klára seg best vinna eina ferð til Ford Motor Co. í Keypmannahavn.