Ford Mustang sum kvikur elbilur 

Í meira enn hálva øld hevur Ford Mustang verið ímyndin av amerikanska sportbilinum við kraftmiklum V8 motori, og bilurin hevur verið gjørdur í nógvum ymiskum útgávum.

 

Hesin nýggi Ford Mustang Mach-E er ein heilt øðrvísi bilur. Hetta er ein flottur SUV við elmotori.

 

Eitt hava bilarnir tó til felags; teir krafta væl og eru sera kvikir. 

 

Í 2030 fara Ford einans at selja elbilar í Evropa, og er hesin Mustang Mach-E ein av teimum fyrstu. Talan er um ein stóran og flottan elbil við evropeiskum designi. 

 

Mustang Mach-E fæst við tveimum ymiskum støddum av battaríum, har hin kvikasti koyrir úr 0-100 eftir 5,1 sekundum, og hann eisini koyrir 610 kilometrar upp á eina løðing. 

 

Hann fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4-hjólsdrivin.

 

Bilurin, vit royndarkoyrdu, var ein við tí minna 77,4 kWh battarínum og bakhjólsdrivin. Hann er kvikur og lættur at koyra.

 

##med2##

 

Mustang Mach-E er rúmligur við flottari leðurkabinu og sera góðum beinplássi framman og aftan. Eitt display er framman fyri bilføraran, og ein stórur 15,5” skíggi er í miðjuni á instrumentborðinum, sum er lættur at avlesa og at handfara undir koyring.

 

Bilurin hevur tvey viðførisrúm. Viðførisrúmið aftan er á 402 litrar, meðan tað framman er á 100 litrar.

Mustang Mach-E hevur funktiónina "One Pedal Drive“, har hann byrjar at bremsa, tá bilførarin sleppur spitaranum. Tá er tað elmotorurin, sum bremsar bilinum og gevur streym til at løða battaríið. Hetta er sera hent til býkoyring.

 

Ein spennandi bilur sum avgjørt er verdur ein royndartúr. 

Ford Mustang Mach-E kann síggjast og roynast hjá P/F Wenzel. Prísur úr 399.000, tá mvg er afturgoldið.

 

##med3##