Tað vísir seg sum at nógvir av teimum gomlu klassikarunum rísa upp aftur. Bilar sum BLMC Mini og fólkavognurin, VW New Beetle, eru dømi um tað.
Nú er ætlanin at ein nýggjur Ford Mustang, sum minnir nógv um tann gamla, ið fyrstu ferð kom á marknaðin fyri 40 árum síðan, skal koma á marknaðin í 2005.
17. apríl 1964 kom fyrsti Ford Mustang á amerikanska marknaðin.
Bilurin verður ein 2+2 coupé við smáum barnasetrum og eisini líkist gamla Mustang innan.
Motorarnir verða ein 4.0 litur V6 við 202 hk og ein 4,6 litur V8 við 300 hk. Seinni kemur ein Cobra útgáva við 400 hk.
Um bilurin eisini kemur til Evropa er ikki heilt víst.