Fyrsta mánaðin í ár vaks sølan av nýggjum akførum við góðum 20 prosentum.
Í janauarmánaði í ár vórðu skrásett 217 nýggj akfør. Tað eru 37 fleiri enn í fjør, tá skrásett vóru 180 akfør í januarmánaði.
Árið 2019 var annars metár viðvíkjandi bilasølu, tí tá vóru á fyrsta sinni yvir 3.000 nýggj akfør seld í Føroyum.
Tað av persónbilum fyllir sum vera man mest í hagtølunum frá Akstovuni. Í januarmánaði í ár vórðu seldir 161 nýggir persónbilar í mun til 128 sama mánað í fjør. Tað er ein vøkstur upp á góð 25 prosent.
Mest seldi bilur í januarmánaði og harvið í ár er Ford, sum hevur selt 41 bilar.
Næstur Ford er Volkswagen við 28. Volkswagen var mest seldi bilur í fjør, tá Volkswagen seldi 355 bilar.
Toyota er á triðja plássi við 28 bilum.
Soleiðis sær topp 10 listin út fyri januarmánað:
Bilmerki | Seld akfør |
1. Ford | 41 |
2. Volkswagen | 28 |
3. Toyota | 24 |
4. Kia | 22 |
5. Renault | 22 |
6. Volvo | 11 |
7. Mercedes | 9 |
8. Nissan | 9 |
9. Mitsubishi | 8 |
10. Audi | 5 |










