John Johannessen
Føroyska fólkatingsumboðið, Óli Breckmann, ið eisini er limur í løgtingssamgonguni, fer undir aðalorðaskiftinum á fólkatingi í dag at greiða frá fullveldisætlanini úr sjónarhorni landsstýrisins.
Hóast Óli Breckmann ásannar, at hann á fólkatingi eigur at umboða allar føroyingar og ikki bert hugsan føroysku samgongunnar, fer heldur hann seg tæna føroyska fólkinum best við at greiða frá fullveldisætlanini sum limur í føroysku samgonguni undir aðalorðaskiftinum í dag.
? Eg kann ikki fornokta politikkin hjá samgonguni, og harafturat eri eg sannførdur um, at samráðingarúrslitið millum landsstýrið og donsku stjórnina kann fáa undirtøku millum tveir triðjingar av føroyska fólkinum. Tí fari eg partvís at tala landsstýrisins søk í dag, sigur fólkafloksmaðurin, Óli Breckmann.
Føroyski fólkatingslimurin sigur, at hann ætlar sær at royna at fáa skúgvað allar teir mongu fordómar og allar tær mongu mytur um fullveldismálið burt, so danir fara at skilja, hvat tað er, føroyingar veruliga vilja. Hetta, heldur hann, kann geva samráðingunum ein rímuligan kjans at koma aftur á eitt rímuligt støði.
Óli Breckmann sigur seg eisini ætla at vísa dønum á, at tað ikki passar, at Føroyar eru ein útreiðsla fyri danir
? Eg vóni, at fullveldismálið aftur fer at fáa veruliga viðgerð, nú Nyrup hevur fingið møguleikan at styrkja seg politiskt í Danmark við at leggja hart út móti føroyingum undir fyrsta samráðingarfundinum herfyri, sigur Óli Breckmann, ið ætlar sær at vera spakur undir orðaskiftinum í dag. Men koma ógvusligar ákærur móti føroyingum, roknar hann ikki við at hann klárar at lata vera við at geyla eitt sindur.