Við Norðoyatunlinum eru gyltir møguleikar fyri øktum samstarvi millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, og hetta samstarv kann hækka støðið í heilsuverkinum. Men tað treytar, at partarnir eru sinnaðir at samstarva og ikki arbeiða út frá fordómum og illvilja.
Tað heldur Jákup Petersen, leiðandi yvirlækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum eisini starvast á Landssjúkrahúsinum.
Vit mugu tosa saman um, hvussu vit fáa sum mest burtur úr, og tað destruktiva prátið um, hvat vit nú skulu niðurleggja á sjúkrahúsunum, kunnu vit gloyma, tí tað førir ikki til nakað, sigur hann.
Tað er umráðandi, at tey fólkini, sum skulu tosa um samstarv millum sjúkrahúsini og nú er tað kanska meira aktuelt millum Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið við Norðoyatunlinum eru fordómsfrí, og at tey ganga út frá teimum fortreytunum, sum politikararnir hava givið okkum. Tey skulu syrgja fyri at útnytta sjúkrahúsinum optimalt og lata verða við at koma við ultimativum krøvum, sum stegða øllum samrøðum.
Nú er kjansurin at lyfta støðið á báðum sjúkrahúsunum upp við meira samstarvið, og báðir partar kunnu fáa nógv burtur úr einum positivum samstarvi, heldur Jákup Petersen.
Byggja út og samstarva
Jákup Petersen heldur, at fortreytirnar fyri trimum sjúkrahúsum í Føroyum eru greiðar, og tí skulu læknar ikki kjakast um tað.
Tosið um niðurlegging av sjúkrahúsum havi eg hoyrt alla tíðina, síðani eg gjørdist lækni, men tað er ikki nakað, sum vit læknar skulu taka støðu til. Tað er ein politisk avgerð, at tað skulu vera trý sjúkrahús í Føroyum, og tað skulu vit arbeiða út frá. Vit skulu byggja hesi sjúkrahúsini so væl út sum gjørligt og brúka teir skattapengar, sum vit fáa, so effektivt, sum vit kunnu, sigur hann.
Klaksvíkar Sjúkrahús hevur og hevur havt eina funktión í heilsuverkinum í langa tíðir, og hetta skulu vit útnytta.
Jákup Petersen heldur, at Norðoyatunnilin fer at gera tað nógv høgligari hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum at samstarva.
Skal prátið eftir undirsjóvartunnilin snúgva seg, um hvat skal leggjast niður, so kemur mann ongan veg. Men heldur skulu vit tosa um, hvat sjúkrahúsini skulu gera, og kunnu vit ikki tosa saman og verða samd, so er vandi fyri, at tað verða dupultfunktiónir á sjúkrahúsunum.
Neyðugt við akuttari tilbúgving
Jákup Petersen er eisini púra avgjørdur, tá ið tað snýr seg um akutta tilbúgving á sjúkrahúsunum. Tað er heldur ikki nøkur dupultfuktión.
Tað finst einki sjúkrahús, har fólk ikki eru á vakt og bíða eftir onkrum akuttum, sum ikki kemur. Tú kanst tosa fyri og ímóti hesum, men veruleikin er bara tann, at á øllum sjúkrahúsum eisini teimum trimum í Føroyum sita fólk púra still og gera einki, við hvørt í fleiri dagar, tí einki akutt er at taka sær av.
So kanst tú tosa um, hvat tað kostar, og um akutt virksemi skal vera á øllum trimum sjúkrahúsunum, men tað ber ikki til at niðurleggja akutta virksemi á eitt nú Klaksvíkar Sjúkrahúsi, uttan at tú samstundis útskrivar allar sjúklingar av sjúkrahúsinum.
Við ongar akuttari tilbúgving, mást tú tøma sjúkrahúsið fyri sjúklingar, tí so leingi, sum tú hevur sjúklingar liggjandi á sjúkrahúsinum, kann okkurt henda knappliga við teimum. Tí mugu vit hava fólk á vakt, sum vit kunnu kalla inn við stuttum skoðbrái. Møguliga kann akutta virksemið skerjast nakað, men hevur tú eitt sjúkrahús, so mást tú eisini hava eitt vist akutt virksemi.
Tað er ikki so nógvur vinningur við at skerja tað akutta virksemi eitt sindur. Tann stóra vinningin fært tú ikki, fyrr enn tú niðurleggur sjúkrahúsið, og har er ein politisk avgerð sum sigur, at tað skulu vera trý sjúkrahús í Føroyum, sigur Jákup Petersen.










