Magnus Gunnarsson
Ístaðinfyri at gera ein Fiesta stationcar, kom Ford á marknaðin við Ford Fusion, ið er ein MPV útgáva av Fiesta.
Talan er um ein rúmligan og praktiskan bil, har tey ferðandi í bilinum sita høgt og hava gott útsýni. Bilurin hevur størri fríhædd og sær út sum ein »off-roadari«.
Fusion er væl egnaður til ungar barnafamiljur, sum hava brúk fyri einum rúmligum bili, uttan at hann harvið neyðturviliga má vera so stórur.
Bilar í hesi støddini verða nógv brúktir sum vørubilar. Fusion fæst við 1,4 og 1,6 litur bensinmotorum við ávikavist 80 og 100 hk og við einum 1,4 litur TDCi common-rail turbodiesel motori við 68 hk.
Tá sølustjórin hjá Ford var á vitjan í Føroyum í fjør, bóru teir hjá P/F Wenzel upp á mál við hann, at teir manglaðu ein bil í staðin fyri Escort vørubilin, sum var ein rúmligur vøru bilur til sera kappingarføran prís. Teir vóru t.d. nógv seldir sum arbeiðsbilar hjá fyritøkum, og serliga vóru bøndurnir væl nøgdir við teir. Úrslitið varð at teir fingu Ford Fusion sum vørubil til føroyska marknaðin. Bilurin er serliga væl egnaður hjá handverkarum, ið ikki hava brúk fyri ovstórum lastarúmi, men ynskja ein arbeiðsvinarligan bil sum er lættur at koma úr og í. Fusion verður einans gjørdur við 5 hurðum og fæst í útgávunum Trend og Elegance.
Ford Fusion 1,6
Motorurin:1,6 litur 4 syl.
bensin við 100 hk
0-100 km/t:10,9 sek
Bensinnýtsla:15,2 km/l
Dekkstødd:195/60-15
Stødd og vekt
Longd:402,0 cm
Breidd:171,0 cm
Hædd:150,0 cm
Eginvekt:1100 kg
Viðførisrúm:337 / 1175 litrar
Prísur:
úr kr 184.000 sum persónbilur
úr kr 143.000 sum vørubilur
Søluumboð:P/F Wenzel
Akranesgøta 5
FO-100 Tórshavn
Tel. 354500
www.wenzel.fo