Ford Fiesta var frá byrjan av, tíðliga í 70-unum, ein personlig ætlan
hjá Ford stjóranum Henry Ford II, sum legði stóran dent á at framleiða smáar bilar, og Ford Fiesta skuldi verða ein bilur til allan heimin. Henry Ford II var sjálvur við í øllum fyrireikingunum, tá nýggja bilverksmiðjan varð tikin í nýtslu í Valencia í Spania í mai 1976.
Frá byrjan varð Fiesta gjørdur við trimum ymiskum motorum: 1,0 litur við einans 40 HK, og tveimum 1,1 litur motorum við ávikavist 45 og 53 hk. Í luksusútgávuni Ghia, vóru Fiesta teir best útgjørdu bilarnir í sínum klassa.
Fiesta var tann fyrsti Ford, ið hevði tvørliggjandi motor og varð drivin av forhjólunum. Størstu kappingarneytarnir tey fyrstu árini vóru Renault 5 og VW Polo.
Sereyðkenni fyri Fiesta var, at hann var økonomiskur og lættur (vigaði einans 700 kg) og hevði størsta viðførisrúm í sínum klassa. Bilurin fekk eisini nógvar heiðurslønir tey fyrstu árini.
Gjøgnum árini fingu Fiesta fleiri ferðir ”facelift” og umfatandi broytingar til 2001, tá ein heilt nýggjur Fiesta kom á marknaðin. Hesin verður gjørdur bæði í Valencia, saman við Mazda2, og í Køln í Týsklandi.










