Ford 100 ár

16. juni 2003 vóru liðin hundrað ár síðan Ford Motor Company varð stovnað.

Tað var Henry Ford (1963-1947) sum stovnaði fyri tøkuna 16. juni 1903. Henry Ford var føddur í 1863. Hann var bóndasonur, men hugur hansara stóð meira til mekanik enn til jarðarbrúk. Tá tey motordrivnu akførini komu fram, fekk hann beinanvegin stóran áhuga fyri teimum, og longu í 1888 gjørdi hann royndir við bensinmotorum á sínum egna lítla verkstaði. Fyrstu bilarnir vóru Ford A, síðan komu Ford B. Ford T, sum komu á marknaðin í 1908, blivu seldir í yvir 15 milliónum eindum fram til 1927. Sum tann fyrsti í heiminum byrjaði Henry Ford í 1913 at framleiða bilar á samlibandi. Henry Ford andaðist 1. apríl í 1947, 83 ára gamal. Ein sermerktur persónur, ið lat eina risastóra fyritøku eftir seg. Ford hevur ment seg til eina alheims fyritøku. Amerikanska høvuðssætið er í Dearborn við Detroit. Fyritøkan er privat, og ovasta leiðslan hevur alla tíðina verið í Ford familjuni.