Tær báðar, Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadóttir, merkja væl, at troyggjurnar, sum Sofie Gråbøl er í í sjónvarpsrøðini »Forbrydelsen« 1, 2 og 3, eru sera væl umtóktar.
- Vit selja troyggjur um allan heim, serliga á netinum. Vit hava kundar í londum sum Ruslandi og Japan, og summi fólk gerast púra bundin at troyggjuni, og mugu hava eina aftrat, sigur Guðrun Ludvig.
TV2 skrivar á sínari heimasíðu: »Truet med sagsanlæg: »Forbrydelsen«-sweater alt for populær«. Har verður sagt, at sniðgevararnir, Guðrun & Guðrun, longu í 2009 hava boðað frá, at um fólk eftirgera teirra troyggjur, skulu tey vænta sær eitt rættarmál upp á nakkan.
Men tað avsannar Guðrun Ludvig.
- At fólk binda eina av okkara troyggjum upp á egnan kropp, leggja vit einki í. Eg veit heldur einki um, at vit hava verið úti og hótt við sakarmáli, um fólk binda okkara mynstur. Er talan um hópframleiðslu við vinningi fyri eyga, er støðan ein heilt onnur, sigur Guðrun Ludvig.
Hon sigur, at fólk hava verið øgiliga spent upp á nýggju sendirøðirnar av Brotsgerðini, sum sendingin verður kallað á føroyskum.
- Fólk seta seg í samband við okkum fyri at frætta, og vit hava fingið nógvar persónligar kontaktir til fólk úr øllum heiminum á tann hátt, sigur Guðrun Ludvig.
Í Onglandi eru troyggjurnar hjá Guðrun & Guðrun eisini væl umtóktar, og sjálv Camilla Parker-Bowles fekk eina troyggju handaða frá filmsliðnum handan Brotsgerðina. Tað var sum myndin vísir sjálv Sofie Gråbøl, ið handaði troyggjuna.