Fyri 25 árum síðan skrivaði Tíðindablaðið Sosialurin, tann 5. mars 1985, at Sjóvinnubankin er í ferð við at byggja nýggja høvuðsskrivstovu á horninum R.C.Effersøesgøta / Húsagøta í Havn. Tekningar av nýggja bygninginum eru gjørdar á teknistovuni hjá Mikkjali Olsen, byggifrøðingi. Ætlanin er at bygningurin skal vera liðugur til innflytan á heysti 1986.
Blaðið skrivar eisini um, at á borgarafundi í Hoyvík varð samtykt at heita á løgtingið um at seta forboð fyri, at ein brennistøð verður bygd á Sandvíkarhjalla, meðan árinið av eini slíkari støð verður kannað.
Kelda: Sosialurin 5. mars 1985