Fór við nógvari ferð ímillum tvey hús

Eftir øllum at døma hevur bilurin havt nógva ferð, sum var í ferðsluvanlukkuni á Argjum í nátt, har ein 17 ára gomul genta doyði.

Eftir øllum at døma hevur bilurin havt nógva ferð, sum var í ferðsluvanlukkuni á Argjum í nátt, har ein 17 ára gomul genta doyði.

 

Trýst her fyri at síggja fleiri myndir

 

Bilurin er komin koyrandi oman eftir Traðagøtu, sum er høvuðsvegurin sum gongur allan vegin frá fótbóltsvøllinum í Vika, fram við Fíggjarmálaráðnum og oman ímóti bátahylinum á Argjum.

 

Nakað áðrenn bilurin er komin áleið við Sandágøtu, sum er ein lítil síðuvegur, áðrenn Støðlagøtu, sum er gøtan niðan móti Verkstaðnum Vón, er bilurin farin oman av vegnum. Hann er farin tvørtur um Sandágøtu og út av vegnum. Har er hann farin ígjøgnum nakrar runnar, síðani inn í garðin ímillum ovastu og næstovastu húsini í Støðlagøtu.

 

Í túninum hevur hann rakt ein bil, sum stóð parkeraður har. Síðani er hann farin víðari í gjøgnum garðin út í Støðlagøtu.

 

Løgreglan vil ikki siga meira um málið enn, tí tey eru í ferð við at kanna málið. Men sambært løgregluni vóru fýra fólk í bilinum. Tann 17 ára gamla gentan doyði á staðnum. Hinir tríggir ungu menninir í bilinum eru innlagdir á Landssjúkrahúsið, men hava sum skilst ikki fingið álvarsligar skaðar.

 

Lesið eisini: Ferðsluvanlukka á Argjum í nátt kravt mannalív