?For the Record?

Britney sigur í nýggjum dokumentari frá um nógvu trupulleikar sínar.

Seinasta árið hevur verið sera hart fyri poppstjørnuna Britney Spears, men nú letur til, at hon er við at koma fyri seg aftur og hon fer nú at siga frá trupulleikum sínum í einum nýggjum dokumentarfilmi.

 

BBC.co.uk skrivar, at Britney í sendingini m.a. fer at tosa um innleggjanir sínar, tá ið hon skinnaði seg sjálva og tá ið hon leyp á ein myndamann við einari paraply.

 

Í einum forfilmi til dokumentarfilmin ?For the Record? sigur Britney frá, at tað eru nógv ymisk ting, ið ongantíð eru komin fram og filmurin skal tískil hjálpa fólki at skilja veruligu orsøkirnar fyri trupulleikunum.

 

- Eg siti her og hyggi aftur og hugsi ?eg eri ein klókur persónur ? hvat í allari verðuni hugsaði eg um??, sigur hon sjálv um nýggja filmin, sum verður frumframsýntur á MTV í USA 30. november.