Alfred Olsen heldur hánt um útsagnirnar hjá Páll á Reynatúgvu um, at ov nógv fólk nema sær bókliga útbúgving á miðnámsskúlunum.
- Útsagnirnar hjá Páll á Reynatúgvu vísa okkum øllum púra greitt, at Tjóðveldi er tað reina afturhald. Hetta hann sigur er nakað, sum ikki bara hevur við sær eina stagnatión av tí føroyska samfelagnum, men er í ringasta føri at ”bumba” tað føroyska samfelagið eini 200 ár aftur í tíðina. Hugsunarhátturin var eisini tá tann, at tað var ikki neyðugt hjá teimum ungu at fáa sær eina bókliga útbúgving og vitan.
Les eisini Ov nógvir føroyingar fáa sær bókliga útbúgving
Alfred Olsen sigur, at tað fór kalt niður eftir rygginum, tá hann hoyrdi útsagnirnar frá Páll á Reynatúgvu. Hann sigur, at hesin hugsunarháttur er hin sami, sum møtti Jóannes Petersen, tá hann í 1840 fór at halda skúla í bygdunum við Skálafjørðin.
Alfred Olsen sigur, at hann er rúkandi ósamdur við tjóðveldismannin, og heldur sjálvur, at bókliga útbúgvingin er grundstøðið fyri eini og hvørjari førleikamenning.
- Tað er ræðandi fyri eitt og hvørt samfelag, at slíkir tankar sum Páll á Reynatúgvu gevur úttrúkk fyri frá landsfundi Tjóðveldisins, finnast í nøkrum politiskum flokki í 2015, skrivar Alfred Olsen í lesarabrævi í dag.










