Forðingar í handli av ráfiski takast burtur

Nú er líkt til, at Íslandssáttmálin fer at koma til ta nyttu, sum fiskivinnan ynskir

Á einum temafundi í útnorðurráðnum fyrr í ár, sum varð hildin í Føroyum, tosaðu londini í útnorði um felags stev mótvegis ES-samveldinum. Hesin fundur var, áðrenn Føroyar og Ísland undirskrivaðu sonevndu fríhandilsavtaluna millum londini, sum kortini hevði sínar avmarkingar, tá ið ræður um fiskivinnuna.
Á hesum fundi vóru politikarar og embætisfólk úr londunum í útnorði.
Ein av teimum, sum hevði orðið á hesum fundi, tá ið orðið var frítt, var Rógvi Reinert, ið hevur drúgvar royndir sum virkisleiðari á føroyskum fiskavirkjum. Í dag starvast hann í Fiskimálaráðnum.
Rógvi helt fyri, at áðrenn londini í útnorði kunnu standa saman og tosa erliga um felags stev mótvegis ES, er neyðugt, at tey fyrst samstarva sínámillum.
Hann segði, at hann sum virkisleiðari hevði keypt fisk til virkingar í Føroyum frá skipum úr nógvum ymiskum londum - um okkara leiðir og longur burturi, men hann hevði ongantíð keypt eina last frá einum íslenskum skipi, tí forðingar eru á hesum øki í samhandlinum millum londini bæði.
- Hvussu kunnu vit standa saman úteftir, tá ið vit ikki standa saman inneftir, helt Rógvi Reinert fyri.

Loysn fyri stavn
Men nú er so líkt til, at loysn er fyri stavn, tí herfyri varð boðað frá, at í seinasta lagi á nýggjárinum verða forðingarnar fyri handli av ráfiski millum Føroyar og Ísland tiknar av.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum fegnast tey um, at hesi viðurskifti nú eru við at koma undir land.
Hetta er ein fyritreyt fyri, at Íslandssáttmálin skal fáa tann týdning fyri fiskivinnuna, sum ynskiligt er.
Dentur verður lagdur á, at skal fiskivinnan fáa fulla nyttu burtur úr sáttmálanum millum londini, er neyðugt, at avtalan um samsavnan (kumulering) av uppruna eisini kemur upp á pláss sum skjótast.
- Nú skulu so broytingar gerast í føroyskari og íslendskari lóggávu innan fiskivinnuøkið soleiðis, at londini bæði ikki hava lóggávu í gildi, sum forðar fríum handli av ráfiski. Hetta verður væntandi í seinasta lagi á várið 2006, veit Vinnuhúsið at siga á heimasíðuni.