Fráfarni forsetin í Georgia, Eduard Sjevardnadse, vil vera við, at Vesturheimurin hevur svikið seg. Tað sigur hann í samrøðu við bretska blaðið The Daily Telegraph.
-Eg var ein av teimum dyggastu stuðlunum hjá amerikonsku stjórnini. USA fekk mín fulla stuðul í Irak-málinum. Eg dugi ikki at greiða frá tí, sum nú er hent, sigur Sjevardnadse. Hann vil eisini vera við, at hann sum sovjetskur uttanríkisráðharri bjargaði heiminum undan einum kjarnorkukríggi, men at Vesturheimurin sveik hann, tá ófriður tók seg upp í Georgia aftan á tjóðartingsvalið fyri fýra vikum síðani.
-Var kalda kríggið ikki endað, høvdu vit fingið ein triðja heimsbardaga. Men vit bjargaðu heiminum. Eg sigi ikki, at eg gjørdi tað einsamallur, men eg hevði ein av teimum týdningarmiklu leiklutunum. Sovjetsamveldið valdi ikki at knúsa solidaritetsrørsluna í Pólandi, har broytingarnar í Eysturevropa byrjaðu, sjálvt um vit høvdu 40.000 stríðsvognar í Evropa tá, sigur tann 75 ára gamli fyrrverandi georgiski forsetin