Nú skulu tiltøk setast í verk at fyribyrgja, at rotta kemur út í Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum eru tilnevndar RAMSAR-oyggjar eftir altjóða RAMSAR sáttmálum, um serstaka náttúruvernd.
Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum.
Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna, hevur spurt hann, hvørji tiltøk, hann ætlar at seta í verk fyri at verja drunnhvítastovnin í Nólsoy fyri rottu.
Landsstýrismaðurin sigur, at nú skal ein fyrisitingarætlan gerast fyri RAMSAR-oyggjarnar og í hesum sambandi verður eisini hugsað um, at verja tær fyri rottu.
Hann hevur heitt á Umhvørvisstovuna um at standa fyri arbeiðinum at gera eina fyrisitingarætlan, sum verður gjørd í tøttum samstarvi við Náttúrugripasavnið, Havstovuna, Fuglafrøðifelagið, avvarðandi kommunur, fólk í oynni og aðrar áhugapartar.
Kári P. Højgaard sigur, at Bergur Olsen, fuglafrøðingur á Havstovuni, hevur gjørt eitt ítøkiligt uppskot um rottutilbúgving við tí endamáli at verja drunnhvítastovnin úti í Nólsoy. Hetta uppskotið, skal Tórshavnar kommuna nú skal viðgera og taka støðu til.
Uppskotið til rottutilbúgving kann tillagast og setast í verk í øðrum rottufríum oyggjum eisini.
Sambært uppskotinum verður servandi rottuhundurin partur av rottutilbúgvingini.
Í uppskotinum til eina rottutilbúgvingarætlan, verður talan bæði um passiva og aktiva rottufyribyrging.
- Sambært ætlanini verður ein skipað rottutýning sett í verk alt fyri eitt, um rotta verður staðfest.
Kári P. Højgaard sigur, at higartil er eitur lagt út í Nólsoy, hvørja ferð rotta er sædd har.
Hann væntar og vónar at rottutilbúgvingin verður skipað alt fyri eitt í samráð við avvarðandi myndugleikar, og ikki minst Tórshavnar kommunu, fyri at verja drunnhvítastovninum úti í Nólsoy.
- Tað var eisini fyri at verja drunnhvítastovnin, at landsstýrismaðurin játtaði stuðul til keyp og rakstur av rottuhundinum fyrsta árið, sigur Kári P. Højgaard.
Hann staðfestir, at tað er ikki í lagi at avlíva servanda rottuhundin, sum landið hevur latið stuðul til at keypa og fóðra í eitt ár, og tað kemur heldur ikki uppá tal, soleiðis sum Bjørt Samuelsen rør framundir, sigur Kári P. Højgaard.
Landsstýrismaðurin harmast um, at tað hevur tikið so drúgva tíð at fáa eina skipan í lag við kommunurnar um ansing, venjing og brúk av hundinum í rottutilbúgvingini.
Men nú er vón fyri stavn við tað, at Tórshavnar kommuna hevur sagt seg sinnaða til at finna eina varandi loysn, sum bæði kann verða til gagns fyri Tórshavnar kommunu og aðrar kommunur við.
Í hesi loysn liggur, at eitt fólk fær til uppgávu at hava hundin og syrgja fyri, at hundurin røkir sínar uppgávur sambært rottutilbúgvingini og at neyðuga fíggingin til raksturin fylgir við.