Nú skulu tiltøk setast í verk sum skulu forða fyri, at føroyingar fáa diabetis.
Tað sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Hann sigur at hann nú fer at seta ein arbeiðsbólk, sum skal geva honum tilmæli um, hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at fyribyrgja, at fólk fáa diabetis.
Diabetis er ein fólkasjúka, sum er í stórum vøkstri.
- Tað er ein sjúka, sum kostar samfelagnum ótrúliga nógvan pening, ikki minst í sambandi við allar fylgissjúkur, ið kunnu standast av diabetis, sum ikki verður viðgjørt, sigur landsstýrismaðurin.
Hann sigur, at verða eitt lítið sindur av peningi brúkt upp á at fyribyrgja, at fólk yvirhøvur fáa diabetis, sparir tað samfelagnum fleiri ferðir upphæddina aftur.
- Vit hava leyðsligam mett, at verða tiltøk sett í verk at fyribyrgja diabetis í Føroyum, kann tað spara heilsuverkinum einar 10 milliónir krónur um árið, umframt vansarnir, fólk og avvarðandi hava av sjálvari sjúkuni.
Karsten Hansen sigur, at veruleikin er, at heilt nógvir føroyingar hava diabetis uttan at vita av tí og tískil koma teir ov seint í viðgerð.
Mett verður, at útvið 2500 føroyingar hava diabetis, uttan at vita av tí og hetta økir munandi um vandan fyri at fáa fylgissjúkur.
Landsstýrismaðurin sigur, at sostatt er ætlanin at vita um tað ikki ber til at seta nøkur tiltøk í verk sum skal fyribyrgja, at nógvir føroyingar fáa diabetis.
Hann heldur, at tað er neyðugt at leggja størri dent á fyribyrgjandi tiltøk á ymsum økjum fyri at fyribyrgja, at fólk verða sjúk og kosta samfelagnum nógv meiri tann vegin.