Football Leaks: Sergio Ramos lat positiva dopingroynd

Skjøl vísa, at Ral Madrid spælarin lat eina positiva dopingroynd undan finalu í 2017

Skjøl hjá Football Leaks, sum javnan lekur skjøl út til útvaldar fjølmiðlar, hava avdúkað, at Sergio Ramos hevði dopingbannaði evni í kroppinum undan Champions League finaluni í 2017 móti Juventus.

 

Dopingroyndin hjá spanska miðverjanum í Real Madrid vísti sambært skjølnum, at hann hevði evnið dexamethason í kroppinum. Hetta er eitt evni, sum er er á anti-dopinglistanum. Tað mótarbeiður millum annað pínu og bruna, men kann eisini styrkja uppmerksemi.

 

Real Madrid hevur eftirfylgjandi avsannað tíðindini. Felagið skrivar, at Sergio Ramos ongantíð hevur brotið reglurnar, meðan læknin hjá felagnum hevur tikið ábyrgd av umstøðunum. Tí evnið er bara ólógligt, um tað ikki verður fráboðað áðrenn, at spælarin brúkar evnið.

 

Millum fjølmiðlarnir, ið fáa skjøl frá Football Leaks eru danska Politikken og týska Der Spiegel.