Football Leaks: 100 milliónir til Rafa

Rafa bleiv koyrdur og flutti niður, men árslønin bleiv yvir 100 milliónir krónur

Rafael Benitez forvann yvir 100 milliónir krónur tað árið, tá hann bleiv koyrdur í Real Madrid, Manchester United skal møguliga gjalda yvir 150 milliónir krónur meiri fyri Anthony Martial, Cristiano Ronaldo kostar næstan 10 milliónir krónur at leiga í ein hálvan dag, skiftið hjá Paul Pogba skal kannast og Gareth Bale var av røttum heimsins dýrasti.

 

Tað eru nakar av avdúkingunum í nýggju bókini, Football Leaks: The Dirty Business of Football. Rithøvundar eru Rafael Buschmann og Michael Wulzinger, sum arbeiða hjá týska blaðnum Der Spiegel. Football Leaks er líkt Wiki Leaks, sum vit kenna Julian Assange frá, men bara í fótbóltsheiminum, har spælarar javnan verða seldir fyri fleiri hundrað milliónir krónur.

 

Í samband við at bókin kemur út, so hava eitt nú bretskir miðlar fingið atgongd til onkrar av avdúkingunum.

 

100 milliónir til Rafa

Farna kappingarár var einki at reypa av hjá fyrrverandi venjaranum hjá Liverpool. Rafael Benitez bleiv koyrdur í Real Madrid og flutti seinni niður við Newcastle. Football Leaks avdúkar, at spanski venjarin alíkavæl forvann sær yvir 100 milliónir krónur.

 

Hann fekk áleið 80 milliónir krónur fyri gylta lógvatakið og fara úr starvið í Real Madrid, men søgan endar ikki har, tí tá teir seinnu vunnu Champions League, so fekk Rafael Benitez 5 milliónir krónur afturat. Tað var ein partur av bonusavtaluni.

 

Leggur tú tað afturat teimum áleið 30 milliónunum, sum hann fekk fyri at traðka til í Newcastle, so forvann hann sær yvir 100 milliónir krónur í farna kappingarárið. Tað er nú ikki ein so galin ársløn.