Í fongsul fyri tackling

Rachid Bouaouzan, sum í dag spælir við Wigan, hevur fingið seks mánaða treytað fongsul fyri ein tackling, sum hann gjørdi í 2004, tá hann spældi við Sparta Rotterdam

Fótbóltur

 

Í dystinum millum Sparta Rotterdam og Go Ahead Eagles í 2004, framdi Bouaouzan eina somikið ógvusliga tackling móti Niels Kokmeijer, at hesin breyt beinið og síðani mátti gevast heilt við fótbóltinum.

Bouaouzan skifti í fjør til enska Wigan, men talan hevur leingi verið um rættarmál í Hollandi, og í gjár gjørdi hægstirættur í Hollandi av, at spælarin skal revsast við seks mánaða treytaðum fongsulsdómi.

Hetta er fyrsta ferðin, at ein spælstøða á fótbóltsvøllinum, hevur viðført dóm í sivilu rættarskipanini. Teir dómir, sum áður eru feldir um harðskap á fótbóltsvøllum, hava allir snúð seg um hendingar, sum ikki hava verið spælstøður.

Tacklingin, sum nú hevur kostað dómin, sæst á youtube.com/watch.