Ein ungur maður er í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur fyri at hava verið harðligur á G festivalinum hóskvøldið.
Hann bæði sló og skallaði ein annan festivalgest, men ta einu ferðina, hann sló, rakti hann ein vaktarmann í andlitið.
Løgreglan leitaði eftir manninum alla tíðina og í nátt varð hann funnin og handtikin.
Ákærur um harðskap verða tiknar í stórum álvara, helst tá ið harðskapur eisini verður framdur ímóti vaktarfólki, barrvørum og øðrum, sum eru til arbeiðis og hava eina serliga verju.
Men tað, sum gjørdi útslagið var, at hann hevur ein annan dóm upp á fongsul í fimm mánaðir fyri harðskap hangandi yvir høvdinum og tann dómin skuldi hann sita av sær seinni í ár.
Rætturin metir, at tað hevur skerpandi umstøður.
Rætturin metir eisini, at verður hann leyslatin aftur, kann hann fremja meiri harðskap og tað er somuleiðis vandi fyri, at hann kann ávirka arbeiðið hjá løgregluni at fáa fullagreiði á, hvat tað var, sum hendi á G hóskvøldið.