Í fongsul fyri ferðsluvanlukku

Ein 22 ára gamal maður er dømdur eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing í sambandi við ferðsluvanlukkuna, sum hendi á vegnum millum Skála og Skálafjørð í september 2010

Føroya rættur feldi mikudagin dóm í málinum um ferðsluvanlukkuna, sum hendi fyri næstan tveimum árum síðan á vegnum millum Skála og Skálafjørð.
Annar bilførarin doyði í vanlukkuni. Hin varð dømdur eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri við fyrilitarleysari koyring at hava verið atvoldin til, at hin bilførarin doyði, og ein annar fekk varandi mein.
Tann ákærdi og dømdi maðurin hevði tveir aðrar ungar menn í bilinum, tá ið vanlukkan hendi.
Teir søgdu allir í rættinum, at vanlukkan byrjaði við, at hin bilførarin var komin yvir í teirra koyribreyt. Teirra bilur veik undan til vinstru, men so kom hin yvir aftur í ta breytin, og bilarnir brustu saman.

Trúði bóndanum
Men rætturin trúði meira einum øðrum vitni. Hetta var ein maður, sum koyrdi ein traktor, og teir tríggir høvdu júst yvirhálað traktorin, tá ið vanlukkan hendi. Traktorin var stórur, maðurin sat í húsi omaná og sá, hvat hendi. Hann segði beinanvegin og hevur alla tíðina staðið við síni orð, at mótkoyrandi bilurin ongantíð fór yvir í hina koyribreytina, men at tað var bilurin við teimum trimum monnunum, sum fór yvir í skeiva breyt.
Dómarin legði dent á, at hetta vitnið, maðurin á traktorinum, var púra óheftur og kendi als ikki teir tríggjar menninar.
Teir tríggir kendust allir, og teir kendu eisini mannin, sum doyði. Tríggir av monnunum vóru systkinabørn.
Teknisku kanningarnar styðjaðu upp undir, at hendingin fór fram, sum maðurin á traktorinum greiddi frá.