Ein maður er nú dømdur at sita í fimm mánaðir fyri bæði at hava dyrkað og at hava smugla hassj til Føroya.
Men í fyrstu syftu skal hann bara sita í tveir mánaðir, og ger hann einki annað revsivert í tvey ár, fellur tað, ið eftir er av revsingini, burtur.
Undir vanligum umstøðum hevði maðurin fingið harðari revsing, men dómarin í Føroya rætti staðfesti, at summi av lógarbrotunum eru heili fýra ára gomul og tað eru linnandi umstøður at tað er gingin so long tíð, til málini eru løgd fyri rættin.
Maðurin er dømdur fyri at hava dyrkað hassjplantur, sum hann hevð kunnað fingið yvir 600 gramm av hassji burtur úr, men tað miseydnaðist, tí at onkur stjól planturnar frá honum.
Men í øðrum førum er hann dømdur fyri at dyrka plantur, sum hann kundið fingið yvir 1,3 kilo av hassji burtur úr.
Somuleiðis er hann dømdur fyri at hava roynt at smugla næstan 400 gramm av hassji til Føroya.
Endamálið var partvís at selja víðari við stórum vinningi.
Umframt at maðurin varð dømdur at sita, varð hald eisini lagt á 8000 krónur.
Maðurin er fleiri ferðir áður dømdur fyri at hava brotið lógina um rúsevni. Tey fimm árini frá 2005 til 2010 varð hann fimm ferðir dømdur fyri at hava brotið lógina um rúsevni.
Og tá ið dómarin hevði lagt tær skerpandi umstøðurnar saman, og drigið tær linnandi umstøðurnar frá, varð niðurstøðan, at maðurin varð dømdur at sita í fimm mánaðir, men at tríggir mánaðir eru treytaðir, sum hann sleppur undan at sita, ger hann einki revsivert hesi næstu tvey árini.










