Í fongsul fyri at buka dómara

Ein 20 ára gamal spælari frá danska Dalby varð í gjár dømdur 30 daga treytaleyst fongsul fyri harðskap móti einum dómara. Undir eini sonevndari hugnakapping sló og hótti spælarin dómarin í dystinum, sum spældur varð, og hetta vildi dómarin í rættinum als ikki finna seg í. 20 ára gamli maðurin hevur enn ikki gjørt av, um hann fer at kæra dómin.