Ein útlendingur, sum er í Føroyum í arbeiðsørindum, er nú varðhaldsfongslaður í 13 dagar fyri harðskap. Talan er um eitt harðskapsmál frá seinasta vikuskiftið, har tveir mans komu til ilnar uttan fyri eitt skeinkistað í Havn. Tað endaði við, at annar maðurin varð sligin so illa, at nøsin brotnaði.
Og fríggjadagin fekk løgreglan fatur á gerningsmanninum, sum er ein útlendingur, ið er komin til Føroya at arbeiða, men sum annars einki tilknýti hevur til Føroyar.
Fyri at tryggja sær, at maðurin ikki sleppur sær av landinum aftur, fyrr enn málið er avgreitt, varð hann settur í varðhald. Men løgreglan kann ikki hava fólk í varðhaldi longri enn 24 tímar, uttan at leggja málið fyri ein dómara, og fyrrapartin í gjár varð maðurin sostatt førdur fyri rættin til eina grundlógaravhoyring.
Úrslitið varð, at dómarin dømdi hann at verða sitandi í varðhaldinum í 13 dagar, og hesa tíðina skal løgreglan so brúka at útvega allar upplýsingar í málinum, so at rættarmál kann verða ført ímóti manninum, so at ein endalig avgerð fellur, áðrenn hann sleppur leysur aftur.