Í gjár varð ein maður varðhaldsfongslaður fyri at hava brúkt knív ímóti einum øðrum manni.
Tað var mánanáttina at teir báðir, sum kendust, komu til ilnar. Tað gekk so hart fyri seg, annar dróg knív og tað endaði við, at hin fekk ein skurð í armin.
Maðurin, sum brúkti knív, varð handtikin og í gjár varð hann førdur fyri rættin og har varð hann varðhaldsfongslaður í fýra vikur, ímeðan málið verður kannað.
Annars varð boðað frá eldi í Sandavági í gjáramorgunin. Tað vísti seg, at talan var um ein brenniovn, sum var vorðin og heitur og hevði fest í.
Men eldurin varð sløktur, áðrenn hann gjørdi alt ov nógv um seg, sigur løgreglan.










