Fomlesen á Føroyaferð

Sunnudagin verður familjusýning við skemtaranum, klóvninum og akrobatinum Fritjof Fomlesen í Norðurlandahúsinum

Í hesum døgum undirheldur norski skemtarin og klóvnurin Fritjof Fomlesen fyri føroyskum skúlanæmingum og almenninginum annars í Norðurlandahúsinum í Havn.

Aftan fyri Fritjof Fomlesen er norski sjónleikarin Lars Vik, sum sjálvur skrivar tekstirnar. Hann er ógvuliga væl umtóktur í Noregi og øðrum londum. Í 1995 gav hann út eina fløgu, og til jóla verður ein filmur um Fritjof Fomlesen til keyps.

Summi samanbera Fritjof Fomlesen við sjálvan Charlie Chaplin, so stuttligur kann hann vera.

Fritjof Fomlesen hevur altíð havt stóran ætlanir fyri lívið og hevur gott mót, men tað eydnast honum ikki so ofta at røkka málunum, hann hevur sett sær. Fomlesen er eisini ein framúr góður akrobatur.

Fomlesen hevur tríggjar sýningar á skránni á Føroyaferðini. Ein var í gjár, ein er í dag klokkan 11 og sunnudagin klokkan 16 verður tann seinasta. Henda seinasta er sermerkt, tí hon er ein familjusýning. Atgongumerki til hana fáast í Norðurlandahúsinum.