Follo tapti á útivølli

Annika Fríðheim Petersen og liðfelagarnir í Follo eru næstaftast í bestu norsku hondbóltsdeildini

Landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen spældu í kvøld dyst á útivølli í bestu norsku hondbóltsdeildini móti Sola.

 

Sola vann dystin 33-27. Í steðginum var Sola á odda 15-12.

 

Annika bjargaði 28 prosent av málroyndunum leikararnir hjá Sola høvdu móti málinum hjá henni.

 

Follo er næstaftast í deildini við bert seks stigum fyri 14 dystir. Follo hevur tó bert eitt stig upp til fjórðaftasta plássi, har Tertnes hevur sjey stig.

 

Komandi mikudag klokkan 17 spælir Follo á heimavølli móti júst Tertnes.