Leygarkvøldið 22. august klokkan 19.30 skipar Politiko fyri einum ókeypis og øðrvísi kjakfundi í Reinsarínum og Perluni.
- Lagt verður upp til livandi kjak, har luttakandi flokkarnir fara at kjakast um heilsuverkið, fólkavøkstur og mentan og list í Reinsarínum, siga fyriskipararnir.
Í steðgunum millum kjakevnini verður livandi tónleikur, meðan fólk eisini fáa høvi at leska sær og vitja básar hjá ungmannafeløgunum í Perluni.
Kvøldið verður hóskandi rundað av við stuttari framløgu frá formanninum í Listafólkasambandi Føroya, sum lýsir korini hjá føroyskari list, ið verður útgangsstøði fyri seinasta kjakevni millum politisku flokkarnar.
- Kjakformurin verður leysur og stuttur, soleiðis at vit kunnu fáa livandi orðadrátt millum floksumboðini og áhoyrararnir sleppa at seta umboðunum spurningar, siga fólkini frá Politiko.
Perlan og Reinsaríið í Havnini verða opin út á kvøldið og høvið verður hjá fólki at verða verandi eftir kjakfundirnar til hugna og prát. Tey, sum ikki fáa høvi at leita sær oman, kunnu fylgja við umvegis stroyming á netinum ella á Rás2.










