Folkekirkens Nødhjælp i Føroyum

Enn ein endurnýtslu-handil letur í næstum upp í Føroyum. Talan er um Folkekirkens Nødhjælp, sum hevur nógvar handlar í Danmark

115 handlar hevur Folkekirkens Nødhjælp í Danmark. Teir geva eitt yvirskot uppá umleið 15 milliónir árliga, sum fara til neyðhjálp. Hetta hevur givið teimum mót til at opna ein handil í Føroyum.

Teir skipaðu fyri fundi í Føroyum til tess at fáa hjálparfólk her á landi til at taka sær av hesum. Tað er Óli Nielsen, sum stendur fyri verkætlanini. Hann kennir Folkekirkens Nødhjælp væl, og hann meitr, at tað er eitt gott arbeiði.

- Folkekirkens Nødhjælp ger eitt munagott arbeiði. Vit plaga at siga, at “vit trúgva uppá lív áðrenn deyðan.”, sigur Óli.

- Teir hava samstarvsfelagar í londunum, sum móttaka hjálpina, og sostatt eru teir altíð tíðliga við hjálp, um til dømis ein vanlukka hendir. Fólkekirkens Nødhjælp móttekur stuðul frá Danida og ES. Annars verður nógvur peningur savnaður inn. Samlaði umsetningurin er 400 milliónir, sigur hann.

Handilin verður á Niels Winthersgøtu 9, har ið Køkubúðin var fyrr. Handilin opnar 16. november. Óli metir ikki, at tað verða ov nógvir endurnýtsluhandlar, hóast Blákrossbúðin er, og SudanMissión skjótt fer at opna ein,

- Tað er vorðið móti at keypa brúkt klæði. Tey ungu keypa nógv í endurnýtsluhandlum. Vit selja eisini einans rein, pen og nýstrokin klæði. Harafturat er endamálið gott, sigur Óli at enda.